Dagfinn á odda fyri nýggjan bólk

Geva nýggjan sang út mánadagin

Dagfinn Joensen stendur uttast til høgru

Dagfinn Joensen stendur uttast til høgru

Rocksangarin Dagfinn Joensen, sum í 10 ár var sangari í kenda danska bólkinum FATE, er nú á odda fyri nýggjan bólk, ið kallast Bloody Dice. Bólkurin spælir harðan rock við einum ráka av blues.

Dagfinn Joensen, sum er úr Funningsfirði, hevur seinnu árini búleikast í Danmark, og har hevur hann verið virkin tónleikari. Hann var frá 2009 og fram til í fjør sangari í bólkinum FATE, sum upprunaliga var frammi í 80’unum, men fór at spæla aftur eftir langan steðg. Dagfinn var við á tveimum útgávum hjá FATE og nógvum konsertframførslum.

Nú snýr tað seg um bólkin Bloody Dice, har tónleikararnir eru tveir danskarar og ein breti, sum er búsitandi í Danmark. Nickie Jensen spælir gittar, Stuart O’Neill spælir bass, og Peter Larsen spælir trummur.

Seinasta árið hevur bólkurin vant og skrivað tónleik saman, og hevði tað ikki verið fyri koronusmittuna, hevði bólkurin havt tikið fyrsta veruliga stigið inn á tónleikapallin í Danmark.

Fyrsti sløkum trimum mánaðum síðani hevði Bloody Dice ein stroymda konsert, sum varð upptikin í Sweet Silence Studio hjá kenda tónleikaframleiðaranum Flemming Rasmussen, ið er kendur fyri at hava arbeitt saman við eitt nú Metallica. Konsertin kann framvegis síggjast á YouTube.

Mánadagin kemur fyrsti sangurin hjá Bloody Dice út, og sangurin hevur sama heiti sum bólkurin. Sangurin kann keypast á iTunes og stroymast á Spotify og øðrum stroymingartænastum.

Dagfinn Joensen stendur uttast til høgru