Dagføra bátahyl fyri 11,6 milliónir

J&K Petersen er farið til verka í Norðragøtu

J. &. K. Petersen Contractors eru byrjaðir upp á arbeiðið í sambandi við bátahylin í Norðragøtu. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum í dag.

Fyritøkan metir, at arbeiðið fer at kosta 11,6 milliónir krónur, og er tað kostnaðurin fyri at breiðka og dýpa bátahylin, leggja flótibrýr út, og síðani gera økið rundan um liðugt.

##med3##
Modelmynd av endaligu verkætlanini

- Farið varð undir arbeiðið fyrst í september, og byrjað varð við at leggja verjugrót út. Síðani verður farið í gongd við at laða innaru síðu av garðinum, skrivar fyritøkan.

Um tíðarætlanin heldur verður byrjað at stoypa ringarnar til molahøvdið og taka gomlu bátabrúgvarnar upp og leggja nýggjar út í oktober.

##med2##

- Endamálið við útbyggingini av bátahylinum er, at gera pláss fyri fleiri bátum. Roknað verður eisini við, at tað verður kyrrari í hylinum eftir útbyggingina, tí á ávísum ættum hevur tað verið ókyrt í hylinum. Tí trupulleikanum er ætlanin at fáa bilbukt við, skrivar fyritøkan.

Arbeiðið skal eftir ætlan verður liðugt á sumri 2020. Tað er teknistovan GØTA, ið hevur projekterað verkætlanina.