Dagføring av Vestmannasund verkætlanini

Tað hevur eydnast Minesto at liðugtgera undirsjóvarinfrakervið og infrakervið á landi. Tað eydnaðist eisini at seta drekan út í Vestmannasund, men mekaniskir trupulleikar við sjálvum festinum millum drekan og fundamentið hevði við sær, at arbeiðið ikki kundi gerast liðugt, og drekin er tikin upp aftur - hetta stendur skrivað á heimasíðuni hjá SEV

 

Kaðalin, sum skal føra elorkuna inn á land, er lagdur og bundin í transformarastøðina á Oyrargjógv, soleiðis at samband nú er millum orkuverkið í sundinum og føroyska elnetið.

DG100 drekin er tikin upp aftur, so arbeiðast kann við at rætta brekið við tjóðurskipanini, áðrenn hann verður settur útaftur, skrivar SEV. 

– Vit hava gjørt okkum enn fleiri týðandi royndir við undirsjóvarinstallatiónum, sleipingarvirksemi og tilseting av orkuverki, og í at fáa útgerðina upp aftur. Helst vildu vit sjálvsagt verið í framleiðslu nú, heldur enn framvegis at arbeiða við fyrireiking og installatiónsvirksemi, men hvørt einasta fet fram ímóti elframleiðslu inn á netið er týðandi framstig, sigur Dr. Martin Edlund, forstjóri í Minesto.

– So skjótt brekið er rættað og rákið loyvi tí, verður ein nýggj roynd gjørd. Arbeiðið fram móti elframleiðslu úr sjóvarfallinum í Føroyum hevur fremstu raðfesting hjá Minesto.