Tað verður saknur í Súna

Umframt at vera framúr í deyðbóltum er tað kærkomið, hvussu bólttryggur Súni Olsen er

Føroyska fótbóltslandsliðið leggur í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til síðsta HM undankappingardystin í hesum umfarinum. Fyrsta bríkslið verður á Tórsvølli klokkan 19.45.

Tað er greitt, at miðvallarin Súni Olsen í kvøld verður á føroyska liðnum fyri síðstu ferð. 32 ára gamli miðvallarin ætlar sær ikki at gevast at spæla fótbólt, men hann heldur, at tíðin nú er tann rætta at biðja landsliðnum farvæl.

Súni Olsen var fyrstu ferð á landsliðnum í 2001, og Símun Samuelsen hevur í fleiri ár verið millum liðfelagarnar á landsliðnum. Í dag er Símun Samuelsen saman við Teiti Joensen viðmerkjari í upptaktssendingini á Rás2, og Símun ivast ikki í, at tað verður saknur í Súna Olsen á landsliðnum:

-Í sambandi við nógvar landsdystir hava vit búð á kamari saman. Súni er framúr professionellur og fokuseraður, og hann hevur nógvar dygdir, bæði í spælinum og ikki minst í deyðbóltsstøðum. Eg haldi, at øll málini, sum vit skoraðu, tá ið Brian Kerr var venjari, vórðu skorað í sambandi við deyðbóltsstøður, har tað var Súni Olsen, sum tók sær av at leggja sendingina, sigur Símun Samuelsen.

Teitur Joensen er púra samdur við Símuni Samuelsen:

-Súni er sera tryggur á bóltinum í opna spælinum, og í deyðbóltsstøðunum er hann framúr. Tað ger tað sama, um tað er við høgra ella vinstra beini, og tað hevur víst seg kærkomið, at hann er førur fyri at spæla mitt á miðjuni og í borðunum, og hann hevur eisini roynt seg í miðverjuni.