Dagrøktin í Vági verður nú søga

Fríggjakvøldið var hugnaløta í Garðslon í Vági í samband við at eitt fleiri enn 30 ára langt tíðarskeið við dagrøkt í Vági endar í summar

Dagrøktarar og býráðslimir vóru komnir saman til hugnaløtu at heiðra hesum trý ártíggju langa tíðarskeiðinum, har dagrøktin í nógv ár var berandi grundarlag undir dagstovnaøkinum í Vági.

Dennis Holm, borgarstjóri, flutti fram røðu, og takkaði dagrøktarunum fyri teirra trúgva leiklut, tær flestu síðani 1990’árini, í at veita eina framúr góða tænastu til barnafamiljur og børn í Vágs kommunu. Ein tænasta, sum bæði familjur og børn og eisini kommunalpolitiski myndugleikin hava verið framúr glað fyri, skrivar heimasíðan hjá Vágs kommunu.

Hugnaliga løtan í Garðslon var eisini ein hátíðarløta fyri Irdi Bjarkhamar og Hermandu Dahl, sum í næstum fara frá vegna aldur.

Irdi Bjarkhamar hevur arbeitt í dagrøktini hjá Vágs kommunu síðani 1989 og sum leiðari av dagrøktini í Vágs kommunu síðani í apríl 1996 – og seinni í ár fer Irdi frá vegna aldur.

Í røðu segði borgarstjórin millum annað, at Irdi hevur við framúr hepnari hond uppbygt dagrøktina í Vági til tað góðu, tryggu og mennandi tænastuna, sum hevur eyðkent dagrøktina í Vági í meiri enn trý áratíggju.

Hann takkaði síðani Irdi hjartaliga fyri gott samstarv og trúgva tænastu í starvi hjá Vágs kommunu.

– Hermanda Dahl hevur arbeitt í dagrøktini í Vági í 26 ár. Eg havi verið so heppin, at fyrst hevur Hermanda havt stóran leiklut í mínum barndómi og hevur eisini verið partur av mínum ungdómsárum og vaksnamannalívi, segði Dennis Holm.

Borgarstjórin handaði bæði Irdi og Hermandu gávu og takkaði teimum fyri trúgva og góða tænastu og ynskti teimum blíðan byr í framtíðini.

Eftir hetta flutti Irdi Bjarkhamar, leiðari av dagrøktini, fram røðu og takkaði fyri tíðina saman við dugnaligu starvsfólkunum í dagrøktini og handaði dagrøktarunum gávu.

Eftir summarfrítíðina flyta børnini í dagrøktini í dagstovnin Eikilund og hava øll starvsfólkini í dagrøktini fingið bjóðað at flyta við, og tað tilboðið hava tær flestu tikið av. Hetta merkir eisini, at børn og barnafamiljur í Vágs kommunu framhaldandi fara at fáa gleði av fakkunnleikanum, umsorganini og tí megnar arbeiði, sum dagrøktararnir hava gjørt og fara at gera við menning av børnum í Vágs kommunu, skrivar Vágs kommuna.