Dagsins jólalag: Stille på fjell og vidde/Kvirra um fjøll og fløtur

Ein av teimum fáu upprunaligu føroysku jólasangunum, ið er umsettur til annað tungumál.

Dagsins jólalag er ein norsk og føroysk útgáva av vakra føroyska sanginum Kvirra um fjøll og fløtur.

Are Heiseldal úr kórinum Seraff úr Bergen syngur jólasangin Kvirra um fjøll og fløtur, sum Øssur Berghamar hevur skrivað og gjørt lag til. Are Heiseldal hevur týtt sangin til norskt, og hetta er óivað ein av teimum fáu upprunaligu føroysku jólasangunum, ið er umsettur til annað tungumál.

 

##med2##

 

Upptøkan er úr jólakonsert í Kelduni í Skálabotni í 2011.

Stille på fjell og vidde/Kvirra um fjøll og fløtur