Dagstovnafólk á fyrstuhjálparskeiði

Fríggjadagin vóru starvsfólkini á dagstovnunum í Fuglafjarðar kommunu á skeiði í fyrstu hjálp

Endamálið við skeiðnum var, at øll starvsfólk á ansingarstovnunum hjá Fuglafjarðar kommunu, skulu kunna hjálpa so skjótt og so rætt sum tilber, um okkurt er áfatt, bæði hjá børnum og vaksnum, skrivar kommuna á heimasíðuni.

Dagurin var skipaður bæði við ástøði og venjingum.

Starvsfólkini vórðu lærd, hvussu tey handfara bæði ”smáar” og ”stórar” ólukkur.

Skeiðshaldari var Jóhan Clementsen, tilbúgvingarleiðari hjá Fuglafjarðar sløkkiliði.

Skeiðið var eitt góðkent fyrstuhjálparskeið, har øll starvfólkini fingu prógv, tá ið dagurin endaði, skrivar Fuglafjarðar kommuna.