Dagstovnaøkið í Tórshavn: Hvat snýr rumbulið seg um?

Vit hava í áravís hoyrt um sjúkrafráverur, álvarsama strongd, uppsagnir og stórt ónøgdsemi millum bæði leiðslu, starvsfólk og foreldur

Leingi hevur verið rópað varskó innan dagsstovnaøkið í Tórshavnar kommunu. Vit hava í áravís hoyrt um sjúkrafráverur, álvarsama strongd, uppsagnir og stórt ónøgdsemi millum bæði leiðslu, starvsfólk og foreldur. Leiðarar á stovnunum í kommununi hava í fleiri ár sagt, at fíggjarleisturin, ið Tórshavnar kommuna nýtir til dagstovnarnar í kommununi ikki virkar, og at fíggingin ikki strekkir til. Ónøgdsemi er so stórt millum leiðarar í kommununi, at seinasta árið hava 6 leiðarar sagt seg úr starvi. Seinasta uppsøgnin kom frá Býlingshúsinum millum Gilja í Hoyvík, tá fyrrverandi leiðarin segði seg úr starvi, tí fíggjarligu korini eru ov trong og normeringin ov lítil.

Tórshavnar kommuna hevur í longri tíð arbeitt við at fremja broytingar á leiðslubygnaðinum á dagstovnaøkinum, og nú er samtykt, at eindaleiðarar skulu setast í starv, sum síðani skulu stytta leiðina og samskiftið frá stovnum til kommununa. Núverandi leiðslubygnaðurin er hin sami, sum hann var fyri 35 árum síðani, tá tað vóru fýra til seks stovnar í kommununi. Í dag eru 37 stovnar í kommununi, og uppgávurnar eru nógv broyttar og vaksnar hesi árini. Kommunan vil vera við, at broytingin við eindarleiðarum er til tað betra og fer at vera við til at gera umstøðurnar hjá leiðarum og námsfrøðingum betri. Hesum taka námsfrøðingar ikki undir við, og 26. september varð mótmælisskriv við 455 undirskriftum handað Anniku Olsen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu, tí hildið var, at tað er óskiljandi, at kommunan raðfestir leiðslu fram um starvsfólk og børnini, sum eru á stovnunum.

Tórshavnar kommuna sigur, at umframt leiðsubroytingarnar verður eisini veitt fígging til hægri normering á stovnunum. Men hetta er tó ikki rætt, heldur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jógvan Philbrow.

Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu í sølubúðum kring landið og talgiltur her hava vit eina greinarøð um rumbulið á dagstovnaøkinum í Tórshavnar kommunu, og vit fara í eina tíð at grava djúpari í evninum við fleiri greinum í komandi bløðum.