Dagstovnur við Gøtugjógv til 112 børn

Í sambandi við bygging av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv verður nú boðið fyritøkum at søkja um undangóðkenning at geva tilboð upp á byggingina.

 

 

Eysturkommuna skrivar, at arbeiðið umfatar bygging av nýggjum dagstovni við Gøtugjógv. Talan er um økið oman fyri verandi barnagarð og niðanfyri viðarlundina.

– Nýggi dagstovnurin verður uml. 1.300 fermetrar til víddar í tveimum hæddum og fer at hýsa fýra barnagarðsstovum og fýra vøggustovum. Framman fyri bygningin verður í báðum hæddum útlagt eitt spæliøki.

Dagstovnurin fer at rúma tilsamans 112 vøggustovu- og barnagarðsbørnum, og starvsfólkini verða umleið 30 í tali.

Høvuðsarbeiðstøkan fevnir um allar fakarbeiðstøkur í sambandi við bygging av nýggja dagstovninum, skrivar Eysturkommuna. Sambært ætlanini skal stovnurin verða klárur at taka í nýstlu 1. apríl í 2022.