Dagtilhaldið Blákollan letur upp eftir summarsteg

Dagtilhaldið hevur støðugt vaksandi undirtøku millum borgarar

(Mynd: Sunda.fo)

(Mynd: Sunda.fo)

Týsdagin 27. august kl. 14.00 letur Dagtilhaldið Blákollan á Oyri upp aftur eftir summarsteðgin.

Dagtilhaldið heldur til á Hornavegi á Oyri og hevur opið týsdagar og hósdagar millum klokkan 14 og 18. Dagtilhaldið er fyri borgarar úr allari kommununi og hevur støðugt vaksandi undirtøku.

Leiðari fyri Blákolluni er Winnie Hansen.

Skipað verður javnan fyri tiltøkum av ymsum slagi. Annars fáast fólk við ymiskt ítriv, kortspæl og læra seg at brúka teldu. Eisini eru rógvimaskinur og renniband til taks.

(Mynd: Sunda.fo)