Dálkingin skal niður: ES sett nýggj mál fyri 2030

Ein Tesla Roadster el-bilur sýndur fram hjá SEV í Gundadali í Havn fyri nøkrum árum síðani (Mynd: Álvur Haraldsen)

Ein Tesla Roadster el-bilur sýndur fram hjá SEV í Gundadali í Havn fyri nøkrum árum síðani (Mynd: Álvur Haraldsen)

37,5 prosent. So nógv minni skal útlátið av CO2 vera í nýggjum bilum í 2030 samanborið við støðið í 2021.

 

Málið var sett 17. desember av ES og er úrslit av kjaki í fleiri mánaðir um, hvussu stór krøv samveldið skal áleggja bilídnaðinum.

 

Upprunaliga var ætlað, at ES skuldi seta markið til 30 prosent, men eftir trýstið frá fleiri londum og ES-tinginum, sum vildi hava eina minking upp á 40 prosent, endaði málið við eini neyðsemju. Tað skrivar Automotive News Europe.

 

ES hevur fyrr gjørt av, at nýggir bilar ikki mugu útláta meira enn 95 gram CO2 pr. kilometur í 2021, og við tí nýggja málinum fer markið at minka til umleið 60 gram CO2 í 2030. Heldur ikki vørubilar sleppa undan, men her eru tey í ES tó samd um eina eitt sindur minni lækking upp á 31 prosent.

 

Longu í 2025 skulu bæði persón- og vørubilar tó vera komnir hálvan veg og dálka 15 prosent minni enn fýra ár frammanundan,

 

Sambært umhvørvisfelagsskapinum Transport & Environment fara málini at merkja, at umleið ein triðingur  av øllum nýggjum bilum seldir í Evropa fara at verða riknir við el ella brint. Tað er tó ikki heilt nóg mikið at gera stjóran í felagsskapinum, Greg Archer, nøgdan.

 

– Tað er eitt framstig, men ikki nóg stórt framstig til at røkka verðurlagsmálinum hjá okkum, sigur hann við Automotive News.

 

Men lækkingin er nóg stór at skapa órógv hjá bæði bransjufelagsskapinum fyri týska bilídnaðin, VDA, og ACEA, felagsskapurin av evropiskum bilaframleiðarum.

 

Seinni nevndi leggur dent á í viðtaluni við Automotive News, at málið kanska ljóðar vakurt, men er púra óveruligt í mun til, hvar vit eru nú.

 

Samstundis leggur VDA afturat, at avtalan eisini má fevna um hjálp til ta broyting, sum bilaídnaðurin skal ígjøgnum fyri at røkka málinum. Týskland hevði tó góðkent upprunaligu ætlanina um eina minking upp á 30 prosent, so púra avvísandi er stóra biltjóðin ikki fyri teirri grønu umstillingini.

 

Tey nýggju CO2-málini skulu nú góðkennast bæði í ES-tinginum og í teimum 28 ES-limalondunum.