Dani framleiðir lovandi koppingarevni móti korona

Tað gongur framá hjá danska professaranum

Anders Fomsgaard

Anders Fomsgaard

Tað sær lovandi út hjá Statens Serum Institut (SSI) at menna koppingarevni fyri Covid-19. Royndirnar, sum eru gjørdar við mýs, hava verið góðar, og nú verður fari víðari við at royna koppingarevnið uppá apur.

Tað upplýsir Statens Serum Institut (SSI) í tíðindaskrivi í dag.

Koppingarevnið kallast CoVaxix, og tað er professarin Anders Fomsgaard, ið stendur á odda fyri verkætlanini og menningini.

Royndirnar á mýsnar hava víst, at tað hevur riggað at framkalla antistoffir móti Covid-19 við CoVaxix. Antistoffini eru nóg sterk til at skapa eina líka so góða verju í mannakroppum, sum áður hava havt koronavirus og eru komin fyri seg.


/ritzau/

Anders Fomsgaard