Danir draga smittu við sær úr Dubai

Danski samferðslumálaráðharrin, Benny Engelbrecht, kunngjørdi hóskvøldið, at Danmark steðgar allari flúgving úr Dubai frá á midnátt í kvøld.

 

Tey Sameindu Arabisku Emiratini vóru millum tey fyrstu at lata upp aftur fyri ferðavinnu, men úrslitið hevur ikki verið serliga gott, tí her hevur verið stór smittuspjaðing við covid-19.

Nú hevur Danmark so stongt fyri allari flúgving úr Dubai, tí í minsta lagi 33 danir, sum hava verið har og ferðast og høvdu negativa koronu-roynd heim aftur við sær, kortini vístu seg at vera positivir, tá teir vórðu kannaðir við heimkomu.

Tískil verður nú spurnartekin sett við, hvussu álítandi covid-19 kanningarnar í Dubai eru. Kravt hevur verið, at tey, sum koma til Dubai at ferðast, skulu hava við sær negativa koronu-roynd, eins og tey skulu kannast við fráferð aftur úr Dubai.

Tað er danska Ekstrablaðið, sum ber hesi tíðindi í kvøld.

Hóast Danmark mælir frá at ferðast óneyðugt til útlandið, hava kortini fleiri danir gjørt ímóti hesum tilmæli og hava keypt sær ferðauppihald í Dubai.

Danski samferðslumálaráðharrin, Benny Engelbrecht, kunngjørdi hóskvøldið, at Danmark steðgar allari flúgving úr Dubai frá á midnátt í kvøld og fyribils fimm dagar fram. Ein orsøk er illgrunin um, hvussu álítandi koronu-royndirnar eru, sum verða tiknar.

- Vit kunnu ikki síggja burtur frá okkara illgruna, leggur samferðslumálaráðharrin, Benny Engelbrecht, aftrat.