Danir fara at gera tvær orkuoyggjar

Í dag almannakunngjødi danska stjórnin nýggj veðurlagsátøk

Málið hjá donsku stjórnini er, at Danmark skal skerja CO2-útlátið við 70 prosentum. Í dag hevur stjórnin so almannakunngjørt fyrsta partin av einari veðurlagsætlan, sum fevnir um nøkur átøk á grønu kósini.

Tiltøkini, sum sambært ætlanini skulu setast í verk, skulu spara tvær milliónir tons av vakstrarhúshassum í 2030. Men hetta talið er langt burtur frá tí, sum høvuðsmálið leggur upp til. Tí um danir skulu røkka málinum at minka CO2-útlátið við 70 prosentum í 2030, so er tørvur á at spara umleið 19 milliónir tons av vakstrarhúsgassum, upplýsir DR.dk.

Men lat okkum hyggja eitt sindur at teimum tiltøkunum, sum danska stjórnin ætlar sær at seta í verk. Tað slóðbrótandi í nýggju ætlanini er, at danir nú ætla at gera tvær sokallaðar orkuoyggjar. Ein skal vera nærindis Bornholm og ein í Norðsjónum. Hesar oyggjar skulu veita streym til Danmark, Polen og Holland.

So er ætlanin eisini at gera íløgur í tøkni, sum ger tað møguligt at fanga og goyma CO2, soleiðis at tað ikki endar í atmosferuni. Ætlanin er at gagnnýta tað og gera tað til grøna orku ella goyma tað í jørðini.  

Ætlanin er eisini at fáa danir at blíva raskari at skilja ruskið hjá sær. Málið er, at man skal gera hetta á sama hátt um alt landið. Haraftrat skal Danmark gera fleiri íløgur í endurnýtsluanlegg.

Eisini er ætlanin at fáa eina grønari vinnu, og hetta skal gerast við eitt nú at stuðla vinnuni at leggja um til grønan streym og gagnnýta orkuna. Eisini skal tað vera bíligari at skifta sítt olju- og gassfýr út við eina hitapumpu ella jarðhita. Meira peningur skal eisini setast av til biogass. 

Tað eru verri enn so øll, sum eru nøgd við ætlanirnar hjá donsku stjórnini. Í Radikala flokkinum halda tey, at tiltøkini eru ov lin og fá.

– Um vit hyggja at avbjóðingini fram móti 2020, so verður bert ein tíggjundipartur loystur við hesum uppskotinum. Tað haldi eg ikki, er tað, sum danir atkvøddu fyri, tá tað var val í fjør, sigur Ruben Kidde úr Radikala flokkinum.

Tommy Ahlers úr Vinstra stendur eisini spyrjandi. Hann sigur soleiðis við DR:

– Eg havi tað sum ein drongur, sum hevur glett seg nógv til jólaaftan, har hann skuldi fáa handan legopakkan, og so finnur mann út av, at tað er ein bundin troyggja, sigur hann við DR.