Danir vóna stabilitet í Grønlandi

Danskir politikarar taka væl ímóti grønlendska valúrslitinum

IA er nú størsti flokkur í Grønlandi

IA er nú størsti flokkur í Grønlandi

Danskir politikarar tykjast vera væl nøgdir við grønlendska valið, sum var í gjár. Á valinum fekk IA 12 av teimum 31 sessunum í grønlendska landstinginum. Siumut fekk 10 sessir, Naleraq fekk fýra, Demokratarnir fingu tríggjar, og Atassut fekk tveir sessir.

Harvið verður tað IA, sum skal skipa stjórn í Grønlandi eftir nøkur politiskt ófriðarlig ár við innanhýsis stríði í Siumut.

Martin Lidegaard frá Radikalu vónar eisini, at tað nú kemur meira stabilitetur í grønlendska politikkin.

- Eg vóni fyri Danmarksa viðkomandi, at vit fáa eina stjórn, sum er við til at menna samstarvið, so vit vónandi kunnu vera við til at fáa fleiri íløgur til Grønlands og størri ávirkan á danskan uttanríkis- og trygdarpolitikk, soleiðis, at Grønland kann fáa størri reelt sjálvstýri innan fyri tann ríkisfelagsskapin, sum eg vóni, at vit fara at hava í nógv ár afturat, sigur Martin Lidegaard sambært blaðnum Sermitsiaq.

IA fór millum annað til val við lyfti um, at arbeiðið við at grava eftir sjáldsomum ráevnum í Kvanefjeldet har suðuri í Grønlandi skuldi steðga. Summi halda, at námsvinnan við fjallið kann vera ein fíggjarligur fongur fyri Grønland, men onnur vísa á, at tað fer at ganga hart út yvir umhvørvið.

- Eg haldi, og tað eru flestu búskaparfrøðingar og serfrøðingar samdur í, at Grønland hevði staðið seg best búskaparliga við at dúva meira upp á ferðavinnu og fiskivinnu og minni upp á námsvinnu, sigur Martin Lidegaard og leggur afturat, at hann er tryggur við at lata ta avgerðina upp í hendurnar á grønlendingum sjálvum.

Karsten Hønge frá SF, sum er systirflokkurin hjá IA, er eisini nøgdur við valúrslitið.

“Nýggj stabil kós fyri Grønland, og fokus á veðurlag, náttúru, umhvørvi og sosialt rættvísi,” skrivar hann á Twitter.

Og Mai Villadsen frá Enhedslisten vísir á, at IA hevur meldað út, at flokkurin vil hava Grønland við í Paris-avtaluna, sum snýr seg um at minka útlátið av vakstrarhúsgassum.

“Hetta er eitt sera týðandi stig fyri solidaritetin og ikki minst veðurlagið og náttúruna,” skrivar hon á Twitter.

 

IA er nú størsti flokkur í Grønlandi