Gamli James Bond bjóðar sær til at hjálpa tí unga

Daniel Craig hevur fingið snudd í knæið undir upptøkunum til nýggja James Bond filmin

Í vikuni máttu upptøkurnar til nýggja James Bond filmin Spectre steðgast, tí høvuðsleikarin, Daniel Craig, meiddi sær knæið undir einari bardagaupptøku.

Nu upptøkurnar liggja stillar, meðan bíðað verður eftir, at Daniel Craig kemur fyri seg, hevur ein av góðu, gomlu James Bond sjónleikarunum bjóða sær til at hjálpa.

87 ára gamli Roger Moore, sum spældi James Bond í sjey filmum frá 1973 til 1985, hevur boðið sær til at traðka til, nú Daniel Craig ikki fær spælt leiklutin.

Tilboðið frá Roger Moore, sum er latið við einum skálkasmíli, verður helst havna, tí sagt verður, at snuddurin í knænum hjá Craig er ikki álvarsamur. Roknað verður við, at upptøkurnar kunnu byrja aftur um vikuskiftið.