Danmark fingið nýggja Bíbliu

Nýggja Bíblian er grundað á eina endurskoðaða útgávu av “Den Nye Aftale” (Nýggja Sáttmálanum), ið kom í 2007, og síðan eini nýsavnaðari umseting av Gamla Testamenti. Eitt arbeiði, ið byrjaði í 2013

Hon hevur verið á veg í 20 ár; men fyrradagin, 20. mars kom Bíblian 2020.

Bíblian uggar, býður, leiðbeinir og hugvekur. Hon hjálpir okkum at fata, hvørji vit eru og heimin, sum vit saman búleikast í. Við Bíbliuni 2020, eru Bíbliunnar orð nú alment atkomulig á einum løttum, nútíðar donskum máli, verður sagt í tíðindaskrivi.

Bíblian 2020 er ein nýggj savnað umseting av Bíbliuni á nútíðar donskum máli – umsetingin er gjørd av serkønum fólki í grikskum og hebraiskum og evnað av høvundum og málkønum við stórum kunnleika í donskum nútíðarmáli.

Bíblian 2020 er ikki løggild, sum danska umsetingin, ið kom í 1993. Hon er tískil ikki eins bundin av tí bíbilska málbrúkinum og sálmasiðvenjuni. Endamálið er hinvegin at endurgeva innihaldið í hebraiska tekstinum við hjálp av orðum og málberingum, sum verður nýtt í dag. Hon riggar tí eisini væl til upplestur, verður sagt í tíðindaskrivi.

Tað er danska Bíbliufelagið, sum hevur givið út.