Danmark nú á varðhaldi við svenska markið

Danska stjórnin fer at seta marknaeftirlit á markið móti Svøríki frá 12. november, og marknaeftirlitið við týska markið heldur fram, upplýsir løgmálaráðharrin.

Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, og Anne Tønnes, løgreglustjóri, leggja fram fleiri áktøk, sum skulu økja trygdina í almenna rúminum, á tíðindafundi hjá Københavns Politi í morgum (Foto:Martin Sylvest 2019)

Fyribils marknaeftirlitið við svenska markið verður í seks mánaðir.

Umframt fyribils marknaeftirlit ímóti Svøríki hevur stjórnin samstundis gjørt av at leingja fyribils marknaeftirlitið við týska markið í seks mánaðir frá 12. november.

Tað segði Nick Hækkerup, løgmálaráðharri, á tíðindafundi á Politigarðinum í Keypmannahavn fyri løtu síðani, har hann boðaði frá trygdarpakkanum hjá stjórnini.

Talan verður um periodiskt eftirlit, sum merkir, at eftirlit verður í nøkrum ferjum, í tokum og við Oyrasundsbrúnna nakrar ferðir um vikuna. Eftirlitið er ætlað skipaðum brotsmannaliðum.

– Vit hava bara síðani februar í ár havt 13 spreingingar í høvuðsstaðarøkinum. Spreingingar, sum hava sett lívið í vanda hjá púra vanliga fólkinum.

– Stjórnin tekur hetta í størsta álvara. Vit vilja ikki finna okkum í, at kriminellir bandar leggja bumbur ella skjóta á gøtunum, sigur Nick Hækkerup.

Hann sigur víðari, at stjórnin saman við viðkomandi myndugleikum hevur kannað, hvørji stig er neyðug at taka fyri at tryggja almennu trygdina.

– Átøkini við markið eru grundleggjandi fyri at styrkja trygdina í almenna rúminum, sigur ráðharrin.

Øll trygdarætlanin hjá stjórnini hevur 16 átøk við sær. Millum annað fer stjórnin at geva løgregluni møguleikan fyri at fáa atgongd til meira sjónvarpseftirlit við eitt nú at seta upp 300 sonevnd »trygdarupptøkutól«.

/ritzau/