Danmark sinnað at útseta Brexit

Danski uttanríkisráðharrin vónar at fáa eina avtalu upp á pláss

Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod. Mynd: Ritzau / Scanpix

Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod. Mynd: Ritzau / Scanpix

Danska stjórnin er sinnað at útseta Brexit. Tað sigur danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod við danska miðilin TV2.

Aftaná ein dramatiskan dag í bretska parlamentinum í gjár, har limirnir í undirhúsinum sýttu fyri at atkvøða um Brexit-avtaluna millum bretsku stjórnina og ES inntil hon er nærri viðgjørd, mátti bretski forsætisráðharrin Boris Johnson í gjárkvøldið senda eina umsókn til ES-forsetan Donald Tusk, har hann heitti á ES-londini um at útseta Brexit. Hetta tí ein gomul samtykt í tinginum staðfestir, at um eingin avtala var góðkend av parlamentinum áðrenn 19. oktober, var tað álagt forsætisráðharranum at søkja ES-londini um at útseta Brexit.

Enn er ikki greitt hvør støðan er hjá øllum ES-londunum, men danski uttanríkisráðharrin ger greitt, at man í Danmark góðtekur eina útsetan.

- Vit eru klár at útseta, um tað er tað, ið skal til. Fyri okkum í Danmark og í stjórnini er tað týdningarmesta, at bretar fara úr ES við eini avtalu, sigur Jeppe Kofod við TV2.

Um Brexit skal útsetast fyri triðju ferð krevur tað, at øll 27 limalond í ES eru sinnaði at veita teimum loyvi. Júst nær tann avgerðin fyriliggur er óvist, men umboð fyri øll ES-lond møtast í morgun fyri at viðgera nýggju støðuna í Bretland.

Ein ávísur spenningur er knýttur at fundinum í morgin, tí millum annað franski forsetin Emmanuel Macron hevur gjørt greitt, at hann ikki er serliga sinnaður at útseta Brexit enn einaferð.

Danski uttanríkisráðharrin Jeppe Kofod. Mynd: Ritzau / Scanpix