Danmark vil aftur taka móti kvotaflóttafólkum

Mynd: Ritzau Scanpix

Mynd: Ritzau Scanpix

Nýggja sosialdemokratiska stjórnin hevur sett sær fyri, at Danmark aftur skal taka móti kvotaflóttafólkum, og nú tykist gongd vera komin í málið. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.

Sambært tíðindastovuni hevur stjórnin boðað frá, at hon er sinnað at taka móti umleið 30 kvotaflóttafólkum árliga.

Danmark hevur annars seinni árini sýtt fyri at taka móti øllum sløgum av flóttafólkum, men upplýsir danska blaðið Politiken, at Mattias Tesfay, danski integrasjónsráðharri, nú hevur boðað ST frá, at tey longu í ár eru sinnað at taka móti kvotaflóttafólkum, ið eru serliga illa fyri.

Tað hevur ikki eydnast Ritzau at fáa eina viðmerking frá Mattias Tesfay, men talsmaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum í integrasjonsmálum váttar tíðindini.

- Aftaná ein steðg meta vit, at vit aftur skulu vera ein partur av ST flóttafólkaskipanini og lyfta okkara part av ábyrgdini, sigur Jesper Petersen.

Mynd: Ritzau Scanpix