Danska koppingarevnið kann meira

Á kanningarstovuni á Keypmannahavnar Universiteti eru ljósini ikki sløkt, tó at danir ikki vóru fyrstir við sínum koppingarevni.

 

 

Koppingarevnið, sum arbeitt verður við á Keypmannahavnar Universiteti, er nú roynt bæði á mús og apum, og næsta stigið verður at royna koppingarevnið á menniskjum. 

Tað veit Jydske Vestkysten at siga í dag.

Tvey koppingarevni eru nú góðkend í Danmark, men hóast hetta halda granskarar á Keypmannahavnar Universiteti fram við at menna eitt danskt koppingarevni. Orsøkin er, siga granskarar aftan fyri hetta arbeiðið, at danska koppingarevnið fer at verja bæði betri og longri móti covid-19.

Tað er skjótt eitt ár síðan, at heimurin var í teirri støðu, at koronu-heimsfarsóttin tók seg upp, og kapprenningin um eitt koppingarevnið móti covid-19 byrjaði. Síðan tá hava bæði granskingarbólkar og heilivágsfyritøkur um allan heim arbeitt bæði dag og nátt fyri at menna eitt koppingarevni.

Soleiðis hava granskarar á Keypmannahavnar Universiteti eisini arbeitt fram ímóti at menna eitt koppingarevni móti farsóttini.

Vanliga tekur tað eini 10 ár ella meira at menna eitt koppingarevni, men nógvir serfrøðingar góvu í samband við koronu-farsóttina lyfti um, at koppingarevnið móti covid-19 skuldi vera klárt upp á met stutta tíð.

Og soleiðis bleiv tað eisini, og kring um heimin eru nú fleiri koppingarevni longu vorðin góðkend.

Hin 27. desember varð hin fyrsti danin koppsettur við amerikansk/ týska koppingarevninum hjá heilivágsfyritøkuni, BioNTech-Pfizer, og í byrjanini av januar í ár varð eisini koppingarevnið hjá amerikansku fyritøkuni, Moderna, góðkent í ES.

Hetta koppingarevnið er nú eisini á veg til Danmarkar.

Men, á kanningarstovuni á Keypmannahavnar Universiteti eru ljósini ikki sløkt, tó at danir ikki vóru fyrstir við sínum koppingarevni. Sambært Adam Sander Bertelsen, sum stendur á odda fyri at menna eitt danskt koppingarevni, snýr tað seg ikki bara um at vera fyrstur.

- Persónliga síggi eg eitt stórt potentiali og ein stóran kappingarfyrimun við okkara koppingarevni, tí okkara kann nakað annað og betri. Gongur alt, sum tað skal, verður mett, at danska koppingarevnið verður á marknaðinum um eitt ár.

Sum skilst er tað danska grundleggjandi øðrvísi bygt upp enn tey, sum higartil eru góðkend. Bæði koppingarevnið hjá BioNTech-Pfizer og Moderna eru sonevnd RNA-koppingarevni, meðan tað danska er ment við einari nýggjari tøkni, sum ofta verður rópt "capsid viruslíknandi partikkul-teknologi".

Øll greinin, sum her verður sipað til, kann lesast á jv.dk