Danska stjórnin fer at siga kortanei

Ein føroysk sendistova í Jerusalem er bæði í stríð við grundlógina og við ST samtyktirnar viðvíkjandi Jerusalem.

Tað sigur Hans Engell, politiskur viðmerkjari í Danmark, um ætlanirnar hjá nýggja landsstýrinum at seta sendistovu á stovu í umstrídda Jerusalem í Ísrael.

– Málið hevur als ikki verið um røtt í Danmark, og eg haldi, at danskir politikarar taka tað púra róligt uttan at gera nakað, sigur hann.

Í samgonguskjalinum stendur soleiðis:

»Arbeitt verður fyri at styrkja og menna sendistovuvirksemi kring heimin við t.d. sendistovum í Ísrael, Japan og øðrum londum, har vit eiga at styrkja samstarvið. Ein nýggj skipan við setan av sendifólkum verður gjørd.«

Tá samgonguskjalið varð undirskrivað 14. september, segði Jenis av Rana, uttanríkis- og mentamálaráðharri, at sendistovan í Ísrael skal staðsetast í Jerusalem og ikki í Tel Aviv, sum hýsir flestu stendustovunum í Ísrael. Tað er sera umstrítt at seta sendistovu á stovn í Jerusalem.

Tað førdi til ógvusligar samanbrestir, tá amerikanska sendistovan flutti úr Tel Aviv til Jerusalem í mai í fjør.

Í minsta lagi 41 fólk doyðu, og umleið 900 fólk fingu skaða undir samanbrestunum.

Flytinging av sendistovuni var hámarkið á eini gongd, sum byrjaði, tá amerikanski forsetin, Donald Trump, undir forsetavalstríðnum lovaði at flyta sendistovuna til Jerusalem.

Og tað er sera umstrítt at flyta sendistovur til Jerusalem, tí Ísrael hevur hertikið norðra partin av Jerusalem og lýst allan býin sum landsins »æviga høvuðsstað«.

Hetta hevur altjóða samfelagið ikki viðurkent, og palestinar ynskja partar av Jerusalem sum høvuðstað í einum framtíðar palestinskum stati.

Hans Engell, sum er royndur politikari, ráðharri og journalistur og fyrrverandi formaður í danska Konservativa flokkinum vísir á, at føroysku sendifólkini eru partar av donsku sendistovunum og í høvuðsheitum fáast við føroysk handilslig áhugamál.

##med2##

– Hvat í allari víðu verð skal ein føroyskur umboðsmaður gera einsamallur í Jersulem, tá danska sendistovan er í Tel Aviv? spyr hann og ivast samstundis í, hvørji handilsligu áhugamálinum hjá Føroyum skulu vera við tí.

– Mín fatan er, at danskir politikarar bíða eftir eini almennari áheitan frá nýggja landsstýrinum og taka teir tað harfrá – um hetta í heilatikið er meint í álvara ella bara er politiskt møsn og tvætl uttan álvara.

– Kemur ein slík áheitan – sum eg ivist í, so fer stjórnin at siga kortanei.Ein føroysk umboðan í Jerusalem er bæði í stríð við grundlógina og við ST samtyktirnar viðvíkjandi Jerusalem.

– Fer eitt føroyskt landsstýri soleiðis beinleiðis at leggja seg í stríð við ríkisfelgasskapin, grundlógina og ST?

– Tað vil eg síggja, áðrenn eg trúgvi tí, sigur Hans Engell.

Hans Engell er ein av fremstu politisku viðmerkjarum í Danmark. Hann hevur verið formaður í Konservativa flokkinum, ráðharri og fólkatingsmaður. Hann er útbúgving journalistur og var frá 2000-2007 blaðstjóri á Ekstrablaðnum