Mette Frederiksen vitjar nú fyrstu ferð í Grønlandi sum forsætisráðharri. Mynd: Mads Claus Rasmussen/ Ritzau Scanpix.

Danski forsætisráðharrin vitjar Grønland

- Tað er umráðandi, at vit longu nú fáa í lag eitt gott samstarv millum stjórnirnar, sigur Mette Frederiksen.

 

 

Mette Frederiksen vitjar nú fyrstu ferð í Grønlandi sum forsætisráðharri. Mynd: Mads Claus Rasmussen/ Ritzau Scanpix.

 

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, verður á vitjan í Grønlandi í døgunum, 18.-19. august, og her skal hon eitt nú hitta landsstýrisformannin, Kim Kielsen, og aðrar grønlendskar politikarar.

- Eg gleði meg at bjóða Mette Frederiksen vælkomnari til Grønlands, nú hon hevur gjørt av at vitja Grønland stutt eftir, at hon er vorðin forsætisráðharri. Vit hava longu nú eitt gott samstarv, og eg síggi fram til eitt enn tættari samstarv frameftir, sigur Kim Kielsen.

Í Grønlandi skal Mette Frederiksen eisini hitta umboð fyri arbeiðsmarknaðarfelagsskapir og fyritøkur, og hon skal hitta umboð fyri Arktisk Kommando.

Danski forsætisráðharrin fer eisini at vitja í bygdini, Kapisillit, og hon fer at vitja sosiala stovnin, Meeqqat Illuat - eisini rópt Barnahúsið. 

- Eg gleði meg nógv til mína fyrstu vitjan í Grønlandi sum forsætisráðharri, og eg gleði meg eisini at møta landsstýrisformanninum aftur. Tað er umráðandi, at vit longu nú fáa í lag eitt gott samstarv millum stjórnirnar, sigur forsætisráðharrin.

Danska forsætismálaráðið veit í tíðindaskrivi at siga, at eftir vitjanina í Grønlandi fer Mette Frederiksen til Íslands.

 

 

Mette Frederiksen vitjar nú fyrstu ferð í Grønlandi sum forsætisráðharri. Mynd: Mads Claus Rasmussen/ Ritzau Scanpix.