Danski uttanríkisráðharrin til Washington við Grønlandi á skránni

Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri í Danmark, hittir í morgin amerikanska starvsfelaga sín, Mike Pompeo. Á dagsskránni eru tung uttanríkispolitisk evni sum Arktis og Grønland, Sýria og NATO.

Uttanríkisráðið skrivar í tíðindaskrivi:

Grønlendska landsstýriskvinnan í útbúgving, menta, kirkju og uttanríkismálum, Ane Lone Bagter, verður við í tí partinum av fundinum í Washington, sum snýr seg um Arktis og Grønland.

Jeppe Kofod sigur:

»USA er tættasti sameindi hjá Danmark í uttanríkis- og trygdarpolitiskum málum. Tað er týdningarmikið, at vit varðveita USA sum tættan samstarvsfelaga og styrka samstarv okkara, tá tað snýr seg um handfaringina av teimum mongu felags avbjóðingunum, sum vit hava í millum annað Sýria og Afghanistan«.

Og hann heldur fram:

»Vit skulu saman við Grønlandi halda fram við konstruktiva samskifti okkara við amerikanarar um menningina í Arktis og Grønlandi. Tann vaksandi geopolitiski áhugin merkir, at amerikanararnir eisini seta størri fokus á hetta øki. Tað er í tøttum samstarvi við grønlendska starvsfelaga mín um – eg vil fegin  menna samstarv okkara um uttanríkis- og trygdarpolitkk, sum serliga viðvíkur Grønlandi. Vit hava boðið amerikonsku luttøkuni vælkomnari og gleðast um at tosa um hesi viðurskifti við Pompeo. Ein miðvíst boðskapur verður, at økt amerikanskt virksemi kann og eigur at goma Grønlandi tilgóðar.«

Hetta er fyrsta vitjan hjá Jeppe Kofod í Washington D. C. sum uttanríkisráðharri.

 

/ritzau/