Danski vinnumálaráðharrin kemur til Føroya

Búskapur og korona verður á skránni

(Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix)

Sunnudagin kemur danski vinnumálaráðarrin Simon Kollerup til Føroya á vitjan. Hann skal hitta føroyska vinnumálaráðharran Helga Abrahamsen. Hesum boðar danska Vinnumálaráðið frá í dag.

Sum skilst skulu teir báðir snakka um búskap og koronu, og eisini skal danski vinnumálaráðharrin vitja Bakkafrost í Runavík.

Simon Kollerup fer til Danmarkar aftur mánadagin.

(Mynd: Søren Bidstrup/Ritzau Scanpix)