Danskur áleypari til B36

Tobias Christensen er leigaður úr Vendsyssel FF.

Mynd: B36

Mynd: B36

B36 kunnger í kvøld, at felagið hevur gjørt sáttmála við danska áleyparan, Tobias Christensen. Talan er um eina leigusáttmála.

Tobias Christensen er 26 ára gamal, og hann er leigaður úr Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini.

- Tobias verður lýstur sum ein kvikur spælari, ið kann røkja flestu framrættaðu pláss á vøllinum. Bæði mitt fyri og í borðunum. Hann hevur góðan bóltførleika og dugir eisini væl at finna viðspælarar sínar, skrivar B36.

Tobias Christensen er uppvaksin í FCK, men hevur eisini spælt við sponsku Elche Ilicitano og Jumilla áðrenn hann vendi heimaftur til Danmark, har hann hevur spælt við FC Helsingør, Næstved og HB Køge.

Hann hevur eisini spælt fleiri ungdómslandsdystir fyri Danmark á U16-, U18-, U19- og U20-landsliðunum.

Mynd: B36