Danskur bilsniðgevi vil kappast á el-bilamarknaðinum

Felagið hjá Henrik Fisker ætlar at gera ein SUV, sum skal kappast við Tesla um el-bilar í bíligara endanum

Tað meira eksklusiva sniðið hjá Fisker Inc., EMotion, sum skuldi liggja í prísleguni umleið 815.000 krónur, skuldi upprunaliga vera klárur um ársskiftið komandi. Tann ætlanin er nú útsett (Photo by DAVID MCNEW / AFP)

Tað meira eksklusiva sniðið hjá Fisker Inc., EMotion, sum skuldi liggja í prísleguni umleið 815.000 krónur, skuldi upprunaliga vera klárur um ársskiftið komandi. Tann ætlanin er nú útsett (Photo by DAVID MCNEW / AFP)

Felagið hjá Henrik Fisker ætlar at gera ein SUV, sum skal kappast við Tesla um el-bilar í bíligara endanum.

 

Danski bilsniðgevin Henrik Fisker fer at koma við einum elektriskum SUV, sum skal taka kappingina upp við amerikanska Tesla á marknaðinum fyri el-bilar í bíligara endanum av skalanum.

 

Tað skrivar miðilin theverge.com við einum tíðindaskrivi frá el-bilafelagnum, Fisker Inc. sum keldu.

 

Virkið ætlar soleiðis, at SUV'urin skal liggja á einum prísstøði undir 260.000 krónur.

 

SUV'urin væntast at koma á marknaðinum annað hálvár í 2021, og skal fulløddur klára at koyra upp til 500 kilometrar.

 

Fráboðanin kann sambært tíðindastovuni AFP geva felagnum, sum fór á húsagang í 2013, nýtt lív.

 

Samstundis boðar Fisker Inc. frá, at felagið útsetir ætlanina at koma við tí meira eksklusiva el-bilinum.

 

Tað meira eksklusiva sniðið, EMotion, sum skuldi liggja í prísleguni umleið 815.000 krónur, skuldi upprunaliga vera klárur um ársskiftið komandi.

 

Men ætlanin er nú broytt, so EMotion ikki kemur, fyrr enn tann meira vanligi SUV er á marknaðinum.

 

/ritzau/