Datt niður ímillum og doyði

Norska reiðaríið Rostein váttar, at ein syrgilig vanlukka er hend í nátt, sum kostaði einum av starvsfeløgunum lívið.

Maðurin var á veg umborð á brunnbátin Robas, tá vanlukkan hendi. Mynd: Rostein

Maðurin var á veg umborð á brunnbátin Robas, tá vanlukkan hendi. Mynd: Rostein

 

Í nátt doyði ein maður í 50-unum, búsitandi í Møre og Romsdal í Noregi, tá hann var á veg umborð á ein brunnbát, sum lá við bryggju í Sortland. Løgreglan fekk boð um hendingina klokkan 03.45. Tá maðurin skuldi fara umborð á brunnbátin, var hann áhaldsin og fór niður ímillum.

Ein annar persónur fylgdist við manninum, og hesin royndi beinanvegin at fáa mannin, sum var endaður á sjónum, uppaftur. Roynt varð við lívbjargandi fyrstuhjálp, men tíverri eydnaðist tað ikki at bjarga manninum.

Tað er norska løgreglan, ið boðar frá syrgiligu hendingini í tíðindaskrivi, sum eitt nú iLaks.no endurgevur í dag. Løgreglan vil ikki upplýsa, hvør báturin er, men iLaks sigur seg vita, at talan er um brunnbátin, Robas, sum reiðaríið Rostein eigur.

Reiðaríið hevur eisini váttað, at tað er felagið hjá teimum, sum er rakt í vanlukkuni í nátt. Felagið vísir á, at ein vanlukkan hendi, tá maðurin var á veg umborð á skipið.

- Løgreglan kannar hendingina, og tískil kunnu vit ikki siga meira um málið, sigur varastjórin í Rostein, Glen Bradley, við iLaks. Hann leggur aftrat, at tey avvarðandi hava fingið boð um vanlukkuna.

Løgreglan sigur við norska kringvarpið - NRK - at avhoyringar og vakmyndir á staðnum hava gjørt, at løgreglan sær málið sum eina syrgiliga vanlukku, sum tey ikki gera meira við.

##med2##

Maðurin var á veg umborð á brunnbátin Robas, tá vanlukkan hendi. Mynd: Rostein

Her liggur Sortland kommuna í Noregi.