David á Brúnni í Smiðjuni

David á Brúnni í Smiðjuni

Hetta er fyrstu ferð, hann sýnir fram í Smiðjuni í Lítluvík.

Málningarnir eru einir 20 í tali, og eru teir ógvuliga fjølbroyttir. Umframt landlagsmyndir hevur hann málað andlitsmyndir og myndir úr arbeiðslívinum.

Djóni N. Joensen, vinmaður David, sigur nøkur orð, tá ið latið verður upp, og Bartal syngur og spælir tvey løg.