Mereta ger sítt egna urtasalt

Mereta Johannessen hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri vøkstri og økologiskari grøði.

Mereta Johannessen á Sandi hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri vøkstri og økologiskari grøði annars.

 

Longu, sum barn, tá hon fekk eitt lítið stykkið í havanum at brúka, sum hon vildi, byrjaði hon við eplum, og síðan royndi hon alt møguligt annað, eitt nú gularøtur, leyk og grønkál.

 

Mereta Johannessen sigur, at áhugin hjá henni fyri at eksperimentera við økologiskum úrdráttum gjørdist ikki minni, tá tað gjørdist greitt, at yngsti sonur hennara vísti seg at vera ovurviðkvæmur fyri ymiskum verksmiðjuframleiddum vørum.

 

- Eg var í sínari tíð í Jyderup í Danmark á skeiði, har eg eitt nú lærdi, hvat sonur mín kundi eta, og hvat hann helst ikki skuldi eta.

 

Fryntliga kvinnan á Sandi sigur, at søgan aftan fyri alt hetta er long, men tað stutta av tí langa er, at hon fyri umleið 10 árum síðan eisini fór at eksperimentera við kryddsalti.

 

Hon keypir atlantarhavssalt í Miklagarði, sum er óraffinerað og sum hevur tey røttu grundevnini í sær.

 

- Hetta saltið riggar óføra væl til mínar turkaðu úrdráttir, sum eg sjálv havi í havanum, og sum eg turki yvir brenniovninum í køkinum.

 

Urtasaltið hjá Meretu Johannessen er sera væl umtókn og hevur enntá vunnið gull-heiðursløn í kapping við føroyskum úrdráttum á Hotel Føroyum.

 

- Í fyrsta lagi brúki eg vøkstur úr mínum urtagarði, og talan er í fyrsta lagi um tað, sum verður rópt bótaurt. Tá planturnar eru turkaðar, verða tær knústar.

 

Mereta Johannesen veit ein heilan hóp at siga um alt tað, sum hon fæst við.

 

- Eg havi rættiliga stóran áhuga fyri urtasalti, ið kann setast saman á ymiskan hátt, tó við teimum ávísu grundevnunum.

 

Urtasaltið hjá Meretu Johannessen er nógv eftirspurt í umhvørvinum hjá henni í Sandoynni, men eisini aðrastaðni.