Demokratarnir rigga til ríkisrættarmál móti Trump

Nancy Pelosis, tingforkvinna í Umboðsmannatinginum. Mynd: Scanpix/Ritzau

Nancy Pelosis, tingforkvinna í Umboðsmannatinginum. Mynd: Scanpix/Ritzau

Demokratiski flokkurin er nú farin undir tilgongdina at reisa eitt ríkisrættarmál móti amerikanska forsetanum Donald Trump. Tað hendir í kjalarvørrinum av søgunum um, at forsetin skal hava roynt at fingið ukrainska forsetan at kanna fyrrverandi varaforsetanum Joe Biden, ið er favorittur at gerast næsta forsetavalevni hjá Demokratiska flokkinum, fyri mutur. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC.

Tað var ein varskógvari innan amerikansku fregnartænastuni, ið kærdi eina ella fleiri telefonsamrøður millum Donald Trump og Volodymyr Zelensky, forseta í Ukraina.

Donald Trump hevur avvíst allar ákærur, men higartil hava Hvíta húsini eisini sýtt fyri at lata alment innlit í hvat bleiv tosað um. Men sambært demokratiskum politikarum hótti amerikanski forsetin við at halda hernaðarligan stuðul aftur, um ukrainski forsetin ikki tók stig til at kanna ákærur um mutur móti Joe Biden og soni hansara Hunter Biden.

Donald Trump hevur váttað, at hann og ukrainski forsetin hava viðgjørt Joe Biden, men avnoktar, at hann hevur lagt nakað trýst á hann at kanna hansara kappingarneyta. Harumframt hevur hann lovað, at hann ferð at lata innlit í telefonsamrøðuna seinni í dag.

Tað er Nancy Pelosi, tingforkvinna í Umboðsmannatinginum, ið hevur tikið stig til ríkisrættarmálið. Fyrsta stig er at seta eina nevnd at kanna ákærurnar. Um nevndin metir, at grundarlag er fyri at reisa málið, verður tað reist í Umboðsmannatinginum. Um ein meiriluti av tinginum samtykkir ákæruna fer málið víðari til eitt ríkisrættarmál.

Sjálvt ríkisrættarmálið verður avgreitt í Senatinum. Leiðarin fyri Hægstarætt er dómari í málinum, limir úr Umboðsmannatinginum virka sum ákæruvald, meðan senatorarnir virka sum nevningar.

Um tveir triðingar av Senatinum meta at forsetin er sekur, verður hann loystur úr starvi og tekur varaforsetin í staðin við sum forseti.

Politiskir viðmerkjarar í USA meta, at um málið kemur so langt, so er tað sannlíkt, at Umboðsmannatingið, har Demokratiski flokkurin eigur meirilutan, tekur undir við ákæruni, og verður Donald Trump sostatt triði forsetin í amerikanskari søgu, ið skal standa til svars fyri Senatinum.

Hinir forsetarnir eru Andrew Johnson og Bill Clinton, ið vórðu ákærdir í 1868 og 1998. Ætlanir vóru eisini um at reisa ríkisrættarmál móti Richard Nixon, men legði hann frá sær, áðrenn hann bleiv ákærdur.

Tað er kortini sera ósannlíkt, at Senatið, har Republikanski flokkurin eigur meirilutan, fer at taka undir við ákæruni móti forsetanum. 

Nancy Pelosis, tingforkvinna í Umboðsmannatinginum. Mynd: Scanpix/Ritzau