Demokratia: Føroyar grulva langt aftanfyri

Demokratia harmast yvir valúrslitið og samanber Føroyar við Kina og Somalia

Demokratia harmast um, at føroyingar ikki í størri mun velja kvinnur, tá krossurin skal setast

Demokratia harmast um, at føroyingar ikki í størri mun velja kvinnur, tá krossurin skal setast

Valúrslitið í gjárkvøldið var ein smeitur hjá teimum, ið virkar fyri at fáa fleiri kvinnur á ting. Einans 8 út av teimum 33 tingfólkunum, ið blivu vald á løgtingsvalinum í gjár, vóru kvinnur, og er hetta 2 færri enn á valinum fyri fýra árum síðan.

Og í einum skrivi í dag harmast felagsskapurin Demokratia, ið virkar fyri eini javnari kynsumboðan í politikki, eisini um úrslitið av valinum og gongdini innan javnstøðuøkið.

- Meðan okkara grannalond hava framgongd á javnstøðuøkinum, eisini í mun til umboðan í politikki, so ganga vit aftur. 6%. Meðan okkara grannalond eru undangongulond á javnstøðuøkinum, grulva vit í Føroyum langt aftanfyri. Hetta er harmiligt á nógvum økjum, skrivar felagsskapurin á heimasíðu síni.

Og hóast onkrir glottar eru at hóma, so vísir felagsskapurin á, at Føroya nú innan javnstøðuøkið eru at samanbera við lond sum Kina og Somalia.

- Samstundis sum vit fingu yngstu kvinnuna nakrantíð valda í Løgtingið, Hervør Pálsdóttur fyri Tjóðveldi, er aldurs- og kynsbýtið i nývaldað løgtinginum sera einstáttað. 8 kvinnur og 25 menn. 24 % kvinnur og 76 % menn. Eitt kynsbýti, sum vit síggja í londum, sum vit vanliga ikki samanbera okkum við, lond so sum Somalia, Slovenia og Armenia og eisini Kina, skrivar Demokratia.

Demokratia harmast um, at føroyingar ikki í størri mun velja kvinnur, tá krossurin skal setast