Demokratia loyvir nýggjum kvinnuligum valevnum framat

Demokratia skipar fyri trimum valkvøldum kring landið komandi tíðina

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum áhugaverdum valkvøldum kring landið.

- Á hesum valkvøldum savna vit okkum um eitt evni í senn, men fáa tí eisini høvi at fara í dýpdina við hesum evninum, sigur Demokratia.

Demokratia hevur lagt seg eftir í størstan mun at lata nýggj, kvinnulig valevnir luttaka á kjakfundunum, so áhoyrararnir fáa høvi at hoyra teirra sjónarmið og síggja hvørjar nýggjar kvinnur hesaferð stilla upp afturat teimum kendu.

Orðstýrari verður Liljan Weihe, og hon hevur bjóðað trimum áhugaverdum kvinnum at geva eitt kveikjandi innspark til kjakini, áðrenn valevnini fáa orðið.

Tað fyrsta valkvøldið verður longu mikukvøldið 14. august klokkan 19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Evnið á hesum kvøldinum er vinnupolitikkur, har panelið m.a. fer at koma inn á fiskivinnu, ferðavinnu og burðardygd.

Kveikjari hetta kvøldið er Sissal Kj. Kristiansen, íverkseti og vinnurekandi innan kreativa vinnu.