Demokratia skipar fyri valfundi í Fuglafirði

Fram til løgtingsvalið skipar Demokratia fyri trimum valkvøldum kring landið. Fyrsta valkvøldið verður í annaðkvøld 14. august klokkan 19 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði

Á hesum valkvøldum savna vit okkum um eitt evni í senn, men fáa tí eisini høvi at fara í dýpdina við hesum evninum, verður sagt á heimasíðuni hjá Demokratia.

Demokratia hevur lagt seg eftir í størstan mun at lata nýggj, kvinnulig valevnir luttaka á kjakfundunum, so áhoyrararnir fáa høvi at hoyra teirra sjónarmið og síggja, hvørjar nýggjar kvinnur hesaferð stilla upp afturat teimum kendu.

Orðstýrari er Liljan Weihe, og hon hevur bjóðað trimum áhugaverdum kvinnum at geva eitt kveikjandi innspark til kjakini, áðrenn valevnini fáa orðið.

Evnið á hesum kvøldinum er vinnupolitikkur, har panelið millum annað fer at koma inn á fiskivinnu, ferðavinnu og burðardygd. Kveikjari hetta kvøldið er Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, íverkseti og vinnurekandi innan kreativa vinnu.