Heitir á legustøðini um at hava legur

– Eg vóni, at legustøðini í Nesvík og Zarepta finna loysnir, so tað ber til at hava legur í summar. Henda gleðin má ikki takast frá børnunum, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum

Jenis av Rana

Jenis av Rana

Tað var 20. apríl, at Leguhúsini í Nesvík og Zarepta boðaðu frá, at summarlegurnar í summar eru avlýstar vegna koronasmittuna. Leguhúsini boðaðu frá, at tey høvdu verið í sambandi við koronaráðgevingina, og tey frámæltu at hava legur í summar.

Men á tíðindafundinum í gjár, segði Jenis av Rana, landsstýrismaður við mentamálum, at hann vónaði, at tað ikki er nakað til hildurs fyri, at legur kunnu vera í Nesvík og Zarepta í summar.

Og við in.fo sigur hann:

– Støðan er so nógv broytt til tað betra, at tað má bera til at hava legur. Eg dugi ikki at ímynda mær, at tað ikki skal bera til, sigur Jenis av Rana.

Sjálvur heldur hann, at tað má bera til at finna loysnir, so at tilmælini eisini vera hildin.

– Um fólk hava hjarta fyri tí, so mugu loysnir finnast. Skúlarnir eru byrjaðir aftur, ítrótturin er byrjaður aftur, so má eisini ber til at hava legur. Tað er eitt samt landsstýri, sum stendur aftanfyri áheitanina á legustøðini at hava legur í summar, sigur Jenis av Rana.

In.fo hevur tosað við leiðslurnar í Leguhúsinum í Nesvík og á Zarepta, men tær siga, at koronaráðgevingini hevur frámælt teimum at hava legurnar, og tí skilja tær ikki rættiliga boðskapin frá landsstýrismanninum.

– Tað var helst fyri eini tíð síðani, at frámælið varð givið. Men nú er støðan ein onnur. Tað er ein sorg, um legur ikki vera. Hetta hevur so nógv at týða fyri so nógv børn, og eg vóni, at leiðslurnar finna loysnir, so at legurnar vera í summar, sigur Jensi av Rana, landsstýrismaður.

Landsstýrismaðurin hevur ikki ráðført seg við koronaráðgevingina, áðrenn hann kom við tilmælinum í gjár.

– Koronaráðgevingini er bara ein ráðgeving. Tað eru leiðslurnar á legustøðunum, ið mugu taka støðu, sigur Jenis av Rana.

Jenis av Rana