Dizzy Mizz Lizzy á Okkara Voxbotn 2020

Gleð teg til ársins konsertdag 27. juni, tí tá verður eitt satt rokkbrak á Vágsbotni. Navnframu Dizzy Mizz Lizzy trína á pallin fyri fyrstu ferð í Havn.
Danska rokktrioin, sum legði ríkið fyri sínar føtur í 90unum, eigur eitt heilt serligt pláss í hjartanum á mongum føroyingi. Trioin gav út plátuna Dizzy Mizz Lizzy í 1994, og hon streyk upp á tónleikatindarnar alt fyri eitt. Útgávan varð tiltikin, tí hon var á tremur við hittum. Danskur tónleikur hevði brádliga fingið eitt nýtt, rátt og melodiskt útrykk, sum øll tóku til sín. Dizzy Mizz Lizzy var uttan iva heitasta navnið á øllum festivalum í ríkinum miðskeiðis í 90unum.

 

##med2##
Waterline, Silverflame, Barbedwired Baby´s Dream og Love Is a Loser´s Game eru bara nøkur av hittunum av fyrstu útgávu Dizzy Mizz Lizzys.
Bólkurin gav út útgávuna Rotator í 1996, og eisini hon stóð seg ómetaliga væl. Bólkurin gjørdist eisini sera væl umtóktur í Asiu, og spældi hópin av sera væleydnaðum konsertum har. Í 1998 gjørdu teir tríggjir Tim Christensen, Martin Nielsen og Søren Friis av at fara hvør til sítt. Bólkurin var kvirrur til 2010, tá teir aftur spældu eina konsertferð saman. Nú tendraði í aftur, og í 2014 varð kunngjørt at bólkurin nú aftur var virkin.
Og nú eru teir ávegis Føroyum. 
Fólkini handan Okkara Voxbotn gleðast um, at hava fingið Dizzy Mizz Lizzy til Føroya, og lova at enn fleiri spennandi tónleikanøvn eru í væntu til Okkara Voxbotn, sum verður tann 27. juni. Forsølan gongur við fúkandi ferð, og aftur í ár verður roknað við at Voxbotn verður útselt áðrenn jól. 

Dizzy Mizz Lizzy: Silverflame - live @ Gæstgiveren, Allinge, Denmark 19 July 2018