Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

DMI ávarar um veðrið í Danmark

DMI mælir fólki til at halda eyguni eftir veðurforsagnunum gjøgnum dagin.

Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

 

DMI ávarar í morgun um veðurútlitini fyri ymiskar partar av Danmark, galdandi fyri seinnapartin í dag, fríggjadagin.

Væntandi er, at tað verður bæði vindur og toruæl, sum tey rópa tað, og vánaliga veðrið fer sambært DMI at raka ein part av landinum. 

Vánaligu veðurútlitini fevna eitt nú um Viborg, Horsens, Vejle, Fredericia, eystara part av Suðurjútlandi og meginpartin av Fjóni.

DMI mælir fólki tískil til at halda eyguni eftir veðurforsagnunum gjøgnum dagin, tí her kunnu broytingar koma, verður lagt aftrat.

Á heimasíðuni hjá DMI kann lesast um, hvat vaktleiðarin, Jesper Eriksen, sigur um veðurútlitini í Danmark fyri seinnapartin í dag.

 

 

 

Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix