DMI: Illveður við kava hóttir

Soleiðis verður veðrið í næstu viku

Danska veðurstovan DMI roknar við, at tað kann koma illveður við kava síðst í vikuni. Bæði hósdagin og fríggjadagin roknar DMI við 15-20 m/s og kavaælingi.

DMI sigur soleiðis um veðrið næstu dagarnar:

Mánadagin verða 3-8 m/s av vestri og útsynningi, út á dagin minni vindur av norði. Skýggjað og onkur regn- ella vátakavaæl. Hitin verður millum frostmarkið og 4 hitastig.

Týsdagin verða 3-8 m/s av norði og landnyðringi, út á dagin 5-10 m/s av landnyðringi, um náttina upp í 13 m/s. Mest skýggjað og til tíðir regn ella ælaveður – møguliga sum vátakava- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.

Mikudagin verða 8-13 m/s landnyðringi. Ælaveður – møguliga sum vátakava- ella kavaæl – men eisini sólglottar. Hitin milum frostmarkið og 5 hitastig.

Hósdagin verða 15-20 m/s av landnyðringi og norði. Skiftandi skýloft og kavaælingur. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.

Fríggjadagin 15-20 m/s av norði. Skiftandi skýloft og kavaælingur. Hitin millum 3 kuldastig og 2 hitastig.