DMI: Regn og vindur

Tað verður alsamt longri millum teir góðu dagarnar, nú tá vit eru komin inn í oktober. Og sambært seinastu veðurforsøgnini hjá donsku veðurstovuni DMI verður tað vátt í veðrinum næstu dagarnar.

Sunnudag:
Andøvsgul upp í ein strúk av landsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Út á náttina veksur hann um vindi til stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í støðum regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.

Mánadag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Seinni snarar hann í ein sunnan og minkar um vindin. Yvirskýggjað og regn. Hitin um alt døgnið um 10 stig.

Týsdag:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 metrar um sekundið. Út á dagin minkar hann um vindin gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og í løtum regn. Hitin alt døgnið um 10 stig.