DMI: Turt og sól

Men í kvøld fer møguliga at regna

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Leygardagur:
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið, ið út á dagin snarar í ein sunnan og veksur hann um vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Fyrst turt og í løtum sól, men seinni skíggjað og út á kvøldið regn. Hitin um 10 stig.

Sunnudagur:

Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 metrar um sekundið. Yvirskýggjað og támut við regn. Hitin um 12 stig. Um náttina minkar hann um vindin til lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 metrar um sekundið. Skíggjað og regn, men seinni klárar í. Hitin millum 7 og 10 stig.

Mánadagur:
Lot til andøvsgul av útsynningi, 3 til 8 metrar um sekundið. Sól og nøkur fá æl. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig. Um náttina millum 6 og 10 stig. 

Mynd: Ingi Sørensen