DMI: Upp til 27 metrar um sekundið

Sambært donsku veðurstovuni verður rættiliga vindhart í dag

Mynd: Ingi Sørensen

Mynd: Ingi Sørensen

Seinasta forsøgnin hjá donsk veðurstovuni DMI boðar frá rættiliga nógv vindi í dag, men sunnudagin er tað ringasta farið framvið.

Leygardagur:
Vindurin veksur til hvassan vind upp í skrið av suðri, 12 til 19 metrar um sekundið, ið út á seinnapartin snarar í ein útsynningi og veksur um vindin til hvassan vind upp í hvassan storm, 18 til 25 metrar um sekundið. Út á kvøldið hvassur vindur upp í hvassan storm við sterkum hvirlum, ið snarar vesturum, 18 til 27 metrar um sekundið, og út á náttina minkar hann um vindin til strúk í vindi upp í skrið av vestri og útnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið. Samdrigið og regn, men út á seinnapartin ella kvøldið skíggjað og í stundum regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 10 og 12 stig, um náttina millum 7 og 10 stig.

Sunnudagur:
Strúkur í vindi av vestri og útnyrðingi, 10 til 16 metrar um sekundið, ið út á dagin minkar til gul til stívt andøvsgul av vestri, 6 til 10 metrar um sekundið. Um náttina veksur hann til andøvsgul upp í ein strúk av vestri, 8 til 13 metrar um sekundið. Mest skíggjað og nøkur æl. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina millum 5 og 9 stig.

Mánadagur:
Strúkur í vindi av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið, ið seinni minkar og um náttina gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og nøkur æl og sól í løtum. Hitin um dagin millum 7 og 9 stig, um náttina millum 4 og 8 stig. 

Mynd: Ingi Sørensen