DMI væntar illveður um vikuskiftið

Veðurstovan roknar við vindferð upp í 23 m/s

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska verðurstovan DMI roknar við illveðri um vikuskiftið – ringasta veðrið veður sunnunáttina.


Í dag og í morgin verður hampuligt veður við vindferð millum 8 og 13 m/s av vestri og útsynningi. Ælaveður, og hitin verður um 10 stig.

Leygardagin roknar DMI við 10-15 m/s av suðri og útsynningi. Út á leygardagin vaksandi til 12-18 m/s, og sunnunáttina 16-23 m/s av vestri og útsynningi við hørðum hvirlum. Leygardagin regn, út á náttina ælaveður.  Hitin um dagin verður um 12 stig, um náttina 7-10 stig.

Sunnudagurin byrjar við 15-22 m/s av vestri. Út á dagin minkandi niður í 8-13 m/s av útnyðringi. Um náttina 6-10 m/s av vestri. Nakað av sól og ælaveður. Hitin verður millum 7 og 10 stig. 

(Mynd: Ingi Sørensen)