DMI: Vikan verður vát

Tað fer at regna allar dagarnar í næstu viku

(Mynd: Ingi Sørensen)

(Mynd: Ingi Sørensen)

Danska veðurstovan DMI roknar við nógvum regni næstu vikuna.

DMI sigur, at mánadagin verða 3-7 m/s av suðri og landsynningi. Samdrigið og einstøk regnæl, men eisini møguleiki fyri sólglottum. Hitin millum 3 og 7 stig.

Týsdagin verða 5-10 m/s av suðri, um kvøldið og náttina 10-15 m/s av suðri og útsynningi, eitt skifti upp í 18 m/s. Samdrigið og regn, út á dagin ælaveður, um náttina aftur regn. Hitin millum 4 og 7 stig.

Mikudagin verða 10-15 m/s av útsynningi, í støðum upp í 18 m/s. Um kvøldið minkar vindurin niður í 5-10 m/s av eystri. Samdrigið og regn partar av tíðini. Hitin millum 4 og 7 stig.

Hósdagin verða 5-10 m/s av eystri og landnyðringi, sum frálíður 8-13 m/s av vestri, um náttina minni vindur. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

Fríggjadagin verða 5-10 m/s av útsynningi og vestri, minkandi niður undir 8 m/s av ymsum ættum. Samdrigið og nakað av regni. Hitin millum 2 og 7 stig.

(Mynd: Ingi Sørensen)