Dømd fyri at koyra el-bil tóman fyri streym

Umframt frátikið koyrikort og eina bót á 12.000 krónur, noyddist ein kvinna eisini at rinda sakarmálskostnað.

 

 

 

Ein 48 ára gomul kvinna í Noregi er dømd fyri at hava koyrt ein el-bil tóman fyri streym.

Fyri hetta hevur hon fingið 12.000 norskar krónur í bót, umframt at hon misti koyrikortið á staðnum. Nú skal hon so eisini rinda sakarmálskostnaðin.

Tað var á vegnum - E18 - við Bærum, at el-bilurin steðgaði upp í januarmánaði í ár.

Hendingin førdi til, at bilar, sum koyrdu aftan fyri bilin hjá kvinnuni, noyddust at neyðbremsa, soleiðis at hin eini bilurin koyrdi inn í ein annan, sum koyrdi frammanfyri.

Sambært løgregluni, sum Aftenbladet endurgevur, noyddust fleiri bilførarar at gera ymisk viðbrøgd fyri at umgangast, at bilurin stoytti í bilin frammanfyri.

Tá hin 48 ára gamla sýtti fyri at rinda bótina, endaði málið í rættinum, og her segði kvinnan, at bilur steðgaði orsakað av einum tekniskum breki.

Hon helt upp á, at tað vóru 25 prosent av streymi eftir, og at el-bilurin ikki gav nakra ávaring, áðrenn hann steðgaði.

Men, rætturin gav ikki kvinnuni viðhald, og tvey løgreglufólk søgdu, at ávaringarljós vístu, at battaríið var tómt.

Umframt eitt mist koyrikort og bótina á 12.000 krónur, noyddist 48 ára gamla kvinnan eisini at gjalda sakarmálskostnaðin á 3000 krónur.