Dømdur í geglið fyri promilluflúgving

Ein flogskiparin hjá SAS varð í gjár dømdur at sita í 120 dagar.

Myndin av SAS-flogfarinum er tilvildarlig.

Myndin av SAS-flogfarinum er tilvildarlig.

 

Ein SAS-flogskipari úr Drammen í Noregi varð í gjár dømdur 120 dagar í fongsul fyri promilluflúgving. Flogskiparin er dømdur fyri tvær ferðir sama dag at hava flogið við promillu í blóðinum.

Tað er Drammens Tidende, sum ber hesi tíðindi.

Sambært dóminum hevði flogskiparin eina promillu, sum var meira enn 0,5, tá hann setti seg í flogfarið, sum fleyg úr Kristiansand til Oslo hin 11. juni í fjør.

Eftir at flogskiparin hevði flogið úr aftur Oslo og til Stavanger seinni sama dag varð, hann máldur til at hava eina promillu í blóðinum á 0.2. Promillumarkið fyri at flúgva er 0,2, og tá promillan er meira enn tað, kann flogskipari dømast í upp til tvey ára fongsul.

SAS hevur null-toleransu fyri promillu hjá sínum starvsfólkum, sum eru umborð.

- Vit hava greiðar leiðreglur um hetta. Er promilluroyndin positiv, heldur samstarvið við viðkomandi uppat, sigur tíðindaleiðarin hjá SAS, John Eckoff, í einum telduposti við Drammens Tidende.

 

 

Myndin av SAS-flogfarinum er tilvildarlig.