Donald Trump vil keypa Grønland

Nú Donald Trump skjótt kemur til Danmarkar á vitjan, skriva fleiri stórir tíðindamiðlar, at USA áður hevur havt ætlanir um at keypa Grønland frá Danmark.

 

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur fleiri ferðir verið partur av kjaki um ráevnini og geopolitiska týdningin hjá Grønlandi.

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur fleiri ferðir verið partur av kjaki um ráevnini og geopolitiska týdningin hjá Grønlandi.

 

Sambært ávísini, Wall Street Journal, hevur amerikanski forsetin fleiri ferðir luftað tankan um at keypa Grønland frá Danmark, og í byrjanini av september skal hann vitja í Danmark, har bæði Grønland og arktiskir spurningar verða á dagsskránni.

Sambært norska kringvarpinum NRK eru tað fleiri keldur, sum upplýsa, at Donald Trump fleiri ferðir hevur snakkað um at keypa Grønland.

Hetta skal vera hent bæði á fundum og við ymiskar døgurðar, har forsetin hevur spurt sínar ráðgevarar, um tað ikki hevði verið møguligt hjá USA at keypt oynna, sum er heimsins størsta.

Forsetin hevur eisini fleiri ferðir verið partur av kjaki um ráevnini og geopolitiska týdningin hjá Grønlandi, og hann hevur sambært ónevndum keldum eisini biðið ein av sínum ráðgevum um at kanna møguleikarnar fyri keypi nærri.

Onkrir av ráðgevum forsetans hava stuðlað hugskotinum um keyp, og aðrir hava avvíst, tí hetta ongantíð hevði kunnað latið seg fremja í verki. Tað er heldur ongantíð vorðið greitt, hvussu USA møguliga kundi keypt Grønland, um so var.

Nú Donald Trump skal vitja í Danmark, verða bæði Grønland og arktiskir spurningar á dagsskrá. Sambært NRK hevur Grønland verið hjáland undir Danmark síðan í 1720-unum, og í dag hevur landið egið sjálvstýri.

- Hinvegin verður uttanríkispolitikkur og verjupolitikkur stýrdur úr Keypmannahavn, leggur NRK aftrat.

Tíðindastovan AP skrivar, at USA eisini í 1948 skeyt upp at keypa Grønland frá Danmark. Tá var boðið sambært tíðindastovuni 100 miljónir dollarar, men tá hevði USA fyrst víst á møguleikan at býta um landaøki í Alaska, sum Danmark skuldi fáa afturfyri Grønland.

 

 

 

 

Amerikanski forsetin Donald Trump hevur fleiri ferðir verið partur av kjaki um ráevnini og geopolitiska týdningin hjá Grønlandi.