Doris Day er deyð 97 ára gomul

Sangarinnan og sjónleikarinnan Doris Day er deyð í heimi síðinum í Kalifornia. Hon gjørdist 97 ára gomul.

Tað skriva fleiri tíðindastovur.

Filmir og tónleikur við Doris Day gjørdi hana til eina stjørni í fimmti- og sekstiárunum.

Í skriftligari frágreiðing verður sagt, at hennara nærmastu vóru um hana, tá hon legði árarnar inn. Tann gamla konan hevði verið kropsliga væl fyri, til hon herfyri fekk lungnabruna.

Frá 1948 til 1968 var hon við í 40 filmum, har hon millum annað er kend úr filminum »Pillow Talk« við danska heitinum »Løs på tråden«.

Doris Day var gitin fyri songrødd sína, og hon byrjaði starvsleið sína sum útvarpssangari í heimbýnum Cincinnati.

/ritzau/