Doris Day er farin

Kenda amerikanska sangarinnan og sjónleikarin er deyð, 97 ára gomul

Doris Day í sínum ungu døgum

Doris Day í sínum ungu døgum

Sangarinnan og sjónleikarin Doris Day er farin. Tað upplýsir tíðindastovan, AP. 

Doris Day Animal Foundation váttaði í dag, at Doris Day doyði tíðliga í morgin í heimi sínum í California. Hon bleiv 97 ára gomul.

Fyri stuttum fekk hun lungabrugna, men hevur annars verið væl fyri kropsliga.

Seinastu nógvu árini hevur hon verið aktivur djóraaktivistur, har hon eitt nú hevur sett Doris Day Animal Foundation á stovn.

Doris Day fekk sítt gjøgnumbrot í 1944 við sanginum Sentimental Journeyer, men hon er serliga kend fyri sangin 'Que Sera Sera'. Hon hevur eisini havt sína egnu sjónvarpssending og hevur spælt við í filmunum 'Calamity Jane' og 'Pillow Talk'.

##med2##

Doris Day í sínum ungu døgum