Dragandi perlur í Eysturoy

- Stórur eftirspurningur er eftir summarhúsum kring um í smáu bygdunum í Eysturoy. Fólk vilja serliga vitja smáu perlurnar, sum eitt nú Gjógv og Elduvík, sigur leiðarin á Kunningarstovuni í Saltangará.

 

 

Marjun Niclasen er leiðari á Kunningarstovuni hjá Runavíkar kommunu, og her hevur hon starvast í trý ár. Hetta vikuskiftið er eystanstevna, og seinni í dag verður FM-kappróður á Skálafjørðinum. Av tiltøkum, sum liggja fyri framman í kommununi, er eitt nú mentanarvikan, sum skuldi vera í apríl í ár, men sum nú verður í august ístaðin. Eitt annað tiltak, sum plagar at savna nógv fólk, er laksatorgið, sum verður hin 25. juli.

Leiðarin á Kunningarstovuni vísir á, at tað er stórur eftirspurningur eftir summarhúsum í Eysturoy, og tað eru serliga føroyingar, sum í ár spyrja eftir húsunum. - Vit umsita nøkur summarhús kring um í økinum, og vit hava eisini ein Airbnb-profil við summarhúsum, sum vit leiga út tann vegin, og her kunnu fólk bóka seg inn sjálvi.

Marjun Niclasen sigur, at tey saktans kundu havt fleiri summarhús til leigu, tí eftirspurningurin er so mikið stórur. - Vit bjóða teimum, sum leiga út summarhús gjøgnum okkum, at tey eisini kunnu verða við á Airbnb, og so umsita vit húsini fyri viðskiftafólk, har vit taka okkum av øllum samskifti.

Leiðarin á Kunningarstovuni í Saltangará vísir á, at tað serliga eru ávísar bygdir í Eysturoy, sum eru meira eftirspurdar til summarhúsleigu enn aðrar. - Tað skerst ikki burtur, at stórur eftirspurningur er eftir summarhúsum við Gjógv og í Elduvík, har vit hava nøkur hús til leigu. Onkur summarhús eru eisini í Oyndarfirði, men her leiga fólk út sjálvi ella um aðrar veitarar.

Hon dylur ikki fyri, at fólk serliga vilja vitja í teimum smáu perlunum í Eysturoy, og her er eisini rættiliga stórur eftirspurningur eftir summarhúsum. - Nakrar bygdir eru líka meira summarhúsbygdir enn aðrar. Áðrenn summarfrítíðin byrjar, er vanligt, at eftirspurningur í fyrsta lagi er eftir vikuskiftisleigu, men sum tíðin gongur, verða dagarnir mitt í viku eisini bílagdir. 

Marjun Niclasen vísir á, at áhugin higartil í summar serliga hevur víst seg at vera millum føroyingar, sum vilja ferðast í egnum landi. - Tá útlendingar, sum koma til Føroya, leiga seg inn í summarhús, er mynstrið øðrvísi, tí útlendingar steðga gjarna í Føroyum í nakrar dagar, og tá er tað ikki bara í vikuskiftinum, leggur hon aftrat.

Kunningarleiðarin sigur, at nú ávís sigling og flúgving verður tikin upp aftur frá 15. juni at rokna, og treytirnar fyri sóttarhaldi í Føroyum verða broyttar, vænta tey eisini nakrar útlendskar gestir í seinnu hálvu av summarinum og nakað út á heystið.

- Hetta eru serliga útlendsk ferðafólk, sum hava bílagt ferðir í august og september, men tað er eisini onkur, sum hevur ringt nú um dagarnar og hevur spurt seg fyri um møguleikar fyri gisting. Soleiðis eru fyrispurningar bæði frá fólki, sum hava ætlað sær til Føroya seinni í summar og í heyst, men eisini er onkur spildurnýggjur fyrispurningur.

Marjun Niclasen heldur eisini, at átakið hjá Visit Faroe Island um at ferðast í egnum landi í summar hevur havt sína ávikan. - Vit royna at stuðla undir teir veitarar, vit hava í Eysturoy, og vit gera okkara fyri at marknaðarføra teir møguleikar, ið eru. Eg haldi, at samstarvið í ferðavinnuhøpi í Eysturoy er gott, og soleiðis hevur Kunningarstovan í Saltangará eisini gott samstarv við aðrar kunningarstovur og veitarar kring um í Eysturoy.

##med2##

Marjun Niclasen, kunningarleiðari.