Drápið gekk væl

Mett verður, at grindin var um 80 hvalir

Savnsmynd

Savnsmynd

Tað gekk væl at halda grindina til á Streymnesi um middagsleitið í dag, og hóast ikki allir hvalirnir eru komnir upp á turt enn, so verður mett, at talan er um eini 80 hvalir, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Drápið gekk skjótt fyri seg, sigur sýslumaðurin. Drápið byrjaði um kl. 11:50, og longu 10 minuttir seinni var liðugt.

Tað er ikki greitt enn, hvussu grindin verður býtt.

– Har vóru nógvir bátar og nógv fólk. Eg havi ikki talið enn, tey eru framvegis í ferð við at skriva tað inn. Allarhelst verður tað drápspartar, men eg veit ikki enn. Eg má fyrst fáa tølini, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður.

Savnsmynd